top of page
IMG_3075_edited.jpg

Ráðgeving til foreldur (0-18 ár)

Eg bjóði vegleiðing og ráðgeving til foreldur, ið hava avbjóðingar við sínum barni ella børnum í aldrinum 0-18 ár.

Endamálið er at skapa eitt trygt rúm, har tú sum foreldur kanst fáa innlit í tína støðu og fáa stuðul til at finna nýggjar møguleikar og loysnir.

Eg kann hjálpa, eitt nú tá tú ert stúrin, upplivir trupulleikar í gerandisdegnum, ella tú hevur tørv á ráðgeving í samband við samstarv við stovnar og myndugleikar.

Hvat kann eg ráðgeva við?

Eg kann hjálpa við ráðgeving tá barnið:

  • mistrívist

  • verður happað

  • hevur ADHD

  • ikki mennist sum javnaldrarnir

  • ella eitthvørt annað

Eisini kann eg hjálpa, um tú upplivir avbjóðingar í gerandisdegnum, t.d.

  • torført at samskifta við barnið ella tannáringin

  • nógv klandur ella ósemjur

  • at barnið ikki vil á stovn ella í skúla

  • ella eitthvørt annað

 

Eg bjóði eisini ráðgeving, um tú sum foreldur hevur spurningar ella ivamál, tá tannáringurin er LGBT+ persónur og tørvur er á betri fatan og stuðli.

Mín háttur at arbeiða

Eg arbeiði við støði í virðing, innliving og fakligari vitan. Tað er týdningarmikið fyri meg, at tú kennir teg hoyrdan og tiknan í álvara.

Contact

Samband

Set teg í samband við meg so finna vit eina tíð.

Hornavegur 5, Fuglafjørður
kristinatoftegaardlarsen@hotmail.com

Tlf: 270320

© 2026 by JOTO Studios

bottom of page